Nes kommuna
Eldrafelagið úr Hveragerði vitjaði á Toftum hósdagin 25. sept.
Nes kommuna og Hveragerði eru vinarbýir. Avtalan um vinarbýarsamstarv kom í lag í 2004 og hevur sum endamál – sum tað stendur í upprunaskjalinum:
- Upprætta, styrkja og varðveita vinarlig samstørv og sambond við hvønn annan
- Fremja sínámillum fatan, virðing og vinarlag ímillum borgararnar í Hveragerði og Nes kommunu
- Sínámillum skifti og vitjan av ungdóms- og vaksnamannafeløgum og bólkum annars
- Samskifta og upplýsa um viðurskifti hvørt hjá øðrum á mentanarligum, samfelagsligum og annars øllum økjum, ið kunnu varðveita og menna vinarlag okkara millum
Hesa vikuna hevur eldrafelagið úr Hveragerði verið á vitjan í Føroyum, og hósdagin vóru tey á Toftum.
Seinnapartin vóru tey í Undirhúsinum, í Navia og í Fríðrikskirkjuni.
Hóskvøldið skipaði Eldrafelagið á Toftum fyri hugnaligari samkomu á Svangaskarði, har Súni í Hjøllum, borgarastjóri, hugleiddi um vinarbýarsamstarvið og um gongdina í Nes kommunu.
Formaðurin í eldrafelagnum úr Hvergerði helt røðu og handaði minnisgávu til Eldrafelagið á Toftum og til Nes kommunu.
Janus Jensen, sum leiddi kvøldið, greiddi frá um eldrafelagið á Toftum og um sluppina Annu, sum fórst undir Íslandi í 1924.
Helgi og Karl Johannesen greiddu frá um byggifyritøkuna KBH og teirra arbeiði.
Sum altíð til hesar samkomur hjá Eldrafelagnum á Toftum, so var góður felagssangur við hugnaligum tónum frá JJ-band.