Orsakað av trupulleikum hjá SEV í Suðuroy bleiv streymurin burtur mánadagin 22. september.
Varðin Pelagic sigur, at av hesi orsøk brendi ein kontakt av í einum av filturinum til eina av høvuðstalvunum á virkinum, sum gjørdi, at nakað av royki stóðst av tí í talvurúminum.
Roykurin, sum einans var í talvurúminum, gjørdi, at eldávaringarskipanin fór í gongd, samstundis sum at køvigassskipanin á virkinum, ið sløkkir eld, startaði.
Varðin Pelagic sigur, at tað er harmiligt við slíkum óhappum, sum kunnu gera tílikan skaða, men eru sera glað fyri, at virkið hevur so góðar skipanir, sum vísa seg at vera effektivar, bæði tá talan er um ávaring og eldsløkking.