Í dag er plátan ENN komin út hjá Eivør.
Eivør sigur soleiðis um plátuna:
ENN eigur eitt serligt pláss í mínum hjarta. Hon vitjar nýggjar ljóðheimar, samstundis sum hon eisini strekkir seg heilt aftur til mínar djúbastu røtur.
Eg kann ikki í orðum, lýsa mítt takksemi til tykkum øll, ið hava verið við mær á skapanarferðini av ENN.
Plátan er tøk í TUTL Plátufelagið – TUTL Records í dag.