Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.09.2023 09:56

Eivør á pall í Tøting

Tónleikasamtakið Grót

Eivør hevur seinastu árini ferðast víða við sínum tónleiki á konsertferðum kring heimin.

í sambandi við at hon í næstum fer at spæla eina stóra konsert í Eldborg í Hørpu í Reykjavík, gongur leiðin heim til Føroyar, har hon fer at venja við sínum føroyska bólki. 

Í hesum sambandi ætlar hon sær at runda venjingarnar og fyrireikingarnar av við einari konsert í heimbygdini Gøtu, har hon fer at framføra tónleikaskránna í hugnaliga og fjálga andarúminum í Tøting.
Av tí at Tøting er eitt lítið stað, so verður ein sera avmarkað mongd av atgongumerkjum sett til sølu fríggjadagin 29 sept. kl. 14.00.
Eivør gleðir seg til eina hugnaliga og nærverandi konsert á heimavølli.