Til seinasta býráðsfund í Eysturkommunu, sum varð hildin seinasta hósdag, varð eitt nýtt andlit at síggja millum teir 9 býráðslimirnar.
Hugo Skorastein, sum fekk 67 atkvøður til seinasta kommunuval, varð fyri fyrstu ferð á býráðsfundi, eftir at ein býráðslimur ikki fekk møtt, og tískil var boð eftir varðafólki.
Hugo Skorastein var 7. valdur á Borgaralistanum til kommunuvalið í fjør í Eysturkommunu.