Runavíkar Havn
Hin 18. oktobur tók Runavíkar havn ímóti seinasta ferðamannaskipinum í ár. Cruiseárið byrjaði longu 3. mai, og allar móttøkurnar hava gingið framúr væl. Øll gera sítt ítarsta fyri at alt skal eydnast. Vit skulu áhaldandi menna allar partar av okkara cruisevinnu, so hvørt talið á ferðamannaskipum veksur. Týdningarmikið er at vinnan gagnar nærumhvørvinum á best møguligan hátt.
Okkara ferðamál, sum nú eru fýra í tali, eru øll serstøk við spennandi upplivingum. Ferðamannaskipini, ið vitja, hava ymiskan tørv alt eftir stødd, tjóðskapi og klassa. Drúgvu royndirnar hjá okkum øllum, sum eru partur av cruisetoymunum hjá Runavíkar havn og Visit Runavík, hava stórt virði. Vit duga væl at taka ímóti skipunum og at skraddaraseyma móttøkurnar eftir tørvi. Góðu afturmeldingarnar frá gestunum er eitt prógv um hetta. Vit hoyra ferð eftir ferð frá gestum og reiðaríum, at okkara ferðamál eru størsta uppliving á teirra ferð.
Tað riggar serstakliga væl at taka ímóti stóru ferðamannaskipunum inn á Kongshavn. Hóast tikið verður ímóti øllum støddum av skipum, so er tað nakað serligt at fáa nógv ferðafólk í Runavíkarøkið í senn. Tey lokalu taka væl ímóti, og til ber at seta eina rúgvu í gongd. Ferðafólkini leggja fitt eftir seg lokalt.
Okkara ekspeditiónsbygdir Elduvík, Funningur og Oyndarfjørður, eru nógv eftirspurdar. Her taka vit ímóti einum avmarkaðum tali á skipum. Tær eru allar tríggjar fult bókaðar til og við 2027. Tað verður spennandi at taka ímóti fyrsta skipinum í Oyndarfirði í 2026. Ætlanin er við tíðini at menna nakrar bygdir afturat í Kommununi sum móttøkubygdir hjá smærri ferðamannaskipum. Og í løtuni umhugsa vit Rituvík.
Higartil hevur Runavíkar havn fingið 86 cruise-bíleggingar heilt fram 2030. Vit hava góðar vónir um ein støðugan vøkstur í talinum av ferðamannaskipum komandi árini, og dentur skal leggjast á at fara rætt fram, fyri at tingini skulu fylgjast at og eydnast so væl sum møguligt.
Nú gleða vit okkum til næsta ár, tá 32 skip vitja Runavíkar havn higartil. Móttøkurnar krevja nógva fyrireiking, og nú verður farið undir arbeiðið at samskifta við allar partar og fyrireika móttøkurnar til komandi cruiseár.


Myndir: Runavíkar Havn
 
 