Lesarabræv
Vegna ov lítla undirtøku, eru bæði pallborðskjakini avlýst. Eitt skuldi vera í Runavík og eitt í Havn, men bert tríggir flokkar bjóðaðu seg til kjakið.
Eg skuldi luttaka í Runavík. Vit sum skuldu kjakast, kundu ístaðin senda eina video-kvøðu og eg takki Javni fyri høvi. Tað er óvanligt, at kjak verður avlýst vegna ov lítla undirtøku. Hvønn boðskap senda vit samfelagnum, tá bert tríggir flokkar av sjey takka ja til at luttaka í kjaki, sum ein hornasteinur í okkara samfelagið skipar fyri?
Frá Rødbygård til Runavík
Eg búgvi í einum øki, har vit leggja stóran dent á, at allir borgarar eru partir av felagsskapinum og tað er ein tilvitaður partur av okkara samleika. Her eru nógvir bústovnar og borgarnir, sum búgva har fara í skúla, til arbeiðis, til venjing og mentanartilboð akkurát sum øll onnur.
Onkrir av hesum borgarum tosa danskt, tí tey sum børn vóru flutt til Rødbygård. Ein var tíðin, tá mann helt, at tað var rætta loysnin, men familjurnar at hesum borgarum vóru ikki samd og arbeiddu saman fyri at fáa føroysku borgarnar heimaftur. Omma mín var ein teirra, sum arbeiddi fyri at fáa systur sína heimaftur.
Kvøðan er stutt, men arbeiðslistin er langur
Tað er mangt broytt síðani Lykkenborg, sjáldan hava tárini runnið so frítt, sum til tann leikin.
Tað er framvegis nógv at arbeiða við hjá Javni, og tvey mál úr rúgvuni, sum eg vil taka framm, eru hesi:
Fanga í forsorgini
Gamla forsorgarlóggávan skínur tíverri framvegis ígjøgnum nógva staðni í okkara hugburði til tey menniskjuni, sum mest hava tørv á samfelagnum. Eitt dømi er “Endurgjald fyri inntøkumiss”, sum er veiting til foreldur, sum ikki kunnu arbeiða fulla tíð, tí tey mugu vera um barn sítt. Støðan sum mamman er í, tá barnið við menningartarni kemur í verðina, avgerð hvørja inntøku mamman fær næstu 18 árini. Um mamman var undir útbúgving ella hevði lága inntøku, so skal hon næstu 18 árini hava lága inntøku.
(Oftast er tað mamman, sum fer á niðursetta tíð og søkir umendurgjald fyri inntøkumiss. Tað kann sjálvandi eisini vera pápin).
Sjúkrarøkt í Almannaverkinum
Eg arbeiði dagliga við talgildu heilsuskipanini, sum er felags journal og heilivágsyvirlit millum Sjúkrahús, kommunulæknar og kommunalu heilsutænasturnar ( vanliga nevnt eldraøkið).
Almannaverkið er um borgarar við kompliseraðum sjúkum, m.a. heilivágsviðgerð og viðgerð av sálarsjúku. Eg meti, tað er avgerandi, at Almannaverk, Sjúkrahús og kommunulæknar arbeiða um borgaran talgilt, fyri at lúka krøvini frá landslæknanum. Tað ber ikki til at lúka krøvini, so sum geirarnir eru uppdeildir í dag.
Hetta vóru bert tvey mál, nógv annað er afturat fyri at røkka stevnumiðnum hjá Javni.
Takk Javni, fyri tað, sum tit eru fyri Føroyar
Eg vil arbeiða fyri virðiligari vælferð
Set X við Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, listi E, Tjóðveldi
