Tað var fyrr í dag at tað frættist, at stjórin og ímyndin av Faroe Marine Products, eisini kallað Høvdaðvirkið í Leirvík, Eirikur á Húsamørk var farin frá og at nýggjur stjóri var komin inn fyri hann ístaðin. Hetta kom óvart á fleiri, tá ið tíðindini bórust í morgun.
Tar er P/F Varðin, sum átti helvtina av felagnum, sum nú hevur keypt tilsamans 85 prosent av felagnum og hevur harumframt latið felagnum eitt lán upp á 20 miljónir krónur.
Og Jákup Eli Thomsen, sum higartil hevur verið rakstrarleiðari hjá Faroe Origin er nú nýggjur stjóri.
Við miðilin Dimma.fo segði Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum fyrr í dag soleiðis – Hetta er alt gjørt í samstarvi við Eirik á Húsamørk, og vit vilja fegin, at hann framvegis skal vera ein partur av fyritøkuni, og tað hevur hann játtað og situr í nevndini fyri felagið.
Eysturoyarportalurin hevur vent sær til, nú fyrrverandi stjóran, Eirikur á Húsamørk, og spurt hann um íkomnu støðuna.
Men okkurt kundi bent á, at partarnir ikki síggja íkomnu støðuna heilt eins. Tí tá ið spurt verður fyrrvernandi stjóran um hann hevur eina viðmerking, sigur Eirikur á Húsamørk, at tað hevur hann ikki beint nú, men sigur síðani víðari sera avgjørdur – at ein viðmerking nokk skal koma seinni!