Mynd: JÓK/Eysturoyarportalurin
Kelda: Bolt.fo
Kappingarnevndin hjá FSF hevur tikið støðu í málinum um leikaran, sum kom á vøllin sunnudagin uttan at standa á dómaraseðlanum.
Bolt.fo hevur fingið upplýst frá góðum keldum, at kappingarnevndin hevur avgreitt málið, og at B36 fær eina bót á 10.000 kr. fyri hetta. Hetta er júst sama revsing, sum Yvirkærunevndin gav Skála fyri sama brot í 2007.
Deil á Facebook