-Eingin samgongupolitikari hevur lurta eftir okkum! Soleiðis sigur Emily á Reynatrøð, álitisfólk og starvsfólkaumboð fyri tey gott 400 starvsfólkini á portiónframleiðsluna á Bakkafrost á Glyvrum, við Eysturoyarportalin.
-Ongir nýggir sáttmálar eru gjørdir. Tað byrjar tí at merkjast, at bæði rávøra og pakkitilfar byrjar at mangla. Einki nýtt verður keypt inn til portiónframleiðsluna.
-Og nú arbeiðir bert dagvaktin, meðan kvøldvaktin liggur still, sigur Emily.
Tað var í byrjanini av oktober mánað, at hon ávaraði um, at nú mátti okkurt drastiskt henda, um ikki fleiri fólk á Bakkafrost skuldu missa arbeiðið.
Men enn er einki nýtt at frætta, hvørki frá samgonguni ella politisku skipanini.
Tó so, so fer Sambandsflokkurin at leggja broytingaruppskot fram, har Løgtingið fer at hava 1. viðgerð av uppskotinum tann 7. november. Also týsdagin í komandi viku. Sama dag sum Bakkafrost fer at koma út við síni kvartalsframløgu.
–Sjálvt um hetta er gleðiligt, so er hetta væntandi ov seint, og fer neyvan at flyta nakað, heldur Emily viðvíkjandi uppskotinum hjá Sambandsflokkinum.
–Men hvar er arbeiðarafelagið hjá okkum? Og hvar eru hinir politikararnir, sum vilja arbeiðsfólkinum væl?, spyr hon undrandi.
-Vit eru í eini bíðistøðu, sjálvt um vit hava roynt at gjørt vart við okkum og kært okkara neyð, sigur Emily at enda.