Tað var niðurstøðan eftir at 2. viðgerð av nógv umrødda uppskotinum til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin) ella betur kent sum “Gongd í haga” var samtykt í løgtinginum í dag.
Tað var ikki líka rokaligt, hvørki í ella uttanfyri løgtingið í dag, sum tað var til 1.viðgerðina í mars í ár. Langt frá tí.
Hesuferð høvdu nakrir fáir bøndur valt at møta upp og vísa sína ónøgd. Og gekk alt stillisliga fyri seg. Vissan um, at uppskotið, nú Sambandsflokkurin hevði valt at stuðla tí, mundi hava tikið seinastu vónina frá teimum.
Allir partar, samgonga, andstøða, bóndirnir, ferðavinnufelagið og onnur, vístu øll, ígjøgnum allar dagin og alla viðgerðina, antin sína ónøgd ella sítt skepsis um uppskotið. Serliga var tað Fólkaflokkinum, sum als ikki vildi kennast við uppskotið, sum tað fyrilá.
Og var tað til tíðir heldur ørkylmandi at hoyra løgtingsfólk tosa jaliga um eitt uppskot, sum tó eingin var nøgdur við.
Men hóast tað, so var tað ein “nøgd” samgonga, sum stutt fyri klokkan 18.00 í kvøld, saman við Sambandsflokkinum, tó uttan Magnus Rasmussen sum atkvøddu ímóti, atkvøddi málið ígjøgnum við 21 atkvøðum fyri og 8 ímóti.
Nú er tað mestsum bert er ein avgreiðsluspurningur, tá ið málið kemur fyri til 3.viðgerð komandi týsdag 21. mai.
Myndir tiknar úr Løgtinginum í dag (Eysturoyarportalurin)
Deil á Facebook