Mynd: Savnsmynd
Hóast Yvirkærunevndin hevði fund týsdagin, so er ikki nakað nýtt at frætta um kæruna, sum B36 legði inn fyri Yvirkærunevndina viðvíkjandi teimum trimum stigunum, sum teir mistu vegna ólógligan leikara.
Hví tað er gingin so long tíð er ilt at siga. Men okkurt kundi bent á, at arbeitt verður aftanfyri kulissinar við at finna onkra loysn, sum B36 betur kann liva við.
Sum skilst, so hevur B36 víst á eina paragraf hjá FIFA, sum ongantíð er brúkt. Um tað er hendan paragraffin, sum liggur á borðinum hjá Yvirkærunevndin er ikki til at vita. Yvirkærunevndi hevði fund týsdagin sum sagt, men enn er eingin niðurstøða komin út alment.
Hvussu víkjur og vendir, so er hetta eitt óheppið mál, sum øll meira ella minnið er taparar av.
B36 møtir Víkingi, og HB tekur móti B68. Báðir dystirnir eru sunnudagin í Havn, ávíkavist kl 15.00 og kl 17.00
Deil á Facebook