Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.03.2026 20:01

Ein veðurbumba fer framvið

Veðurstova Føroya

Eitt lágrýst, sum dýpist meira enn 24 hPa innan fyri 24 tímar, er nevnt ein veðurbumba. Ein slík fer fram við norðan fyri Føroyar í kvøld og í nátt og hevur heilt av vindi við sær her hjá okkum.

Weather Bumb Mars 2026 Meteoblue 2 (1)

Eitt lágtrýst, sum tíðliga í morgun lá eystur úr New Foundlandi, nærkast vestaneftir og fer miðdepilin eystur við Suðurlandinum í Íslandi um midnáttarleiti, og síðani eystur í Norskahav við kós móti Lofoten í Noregi. Í morgun kl 06:00 vístu forsøgnirnar um 990 hPa í miðjuni á hesum lágtrýstinum, og siga forsøgnirnar fyri kl 06:00 í morgin ári 961-965 hPa (Sí talvu 1). Tá verður hetta lágtrýstið í landsynning úr Höfn á eysturlandinum í Íslandi. Hetta gevur eitt trýstfall á 25-29 hPa, og verður sostatt innan fyri ásetingingarnar, sum eru fyri at kallað hetta lágtrýstið eina veðurbumbu.

Eitt lágtrýst, sum dýpist so bráttliga og ferðast so mikið skjótt, hevur ofta nógvan vind og avfall við sær. Tað verður eisini hesuferð, og fáa vit heilt fitt av vindi frá hesum lágtrýstinum frá í kvøld og heilt út á morgin dagin. Mesti vindurin verður á leiðunum millum Føroyar og Ísland í nátt millum klokkan 02 og 04, men eru forsagnirnar ikki heilt samdar, hvussu nógvur vindurin verður. Felags Evropeiski veðurstovnurin ECMWF (Talva 2) og bretska UK Met Ofiice meta miðalvindin at koma upp í 36 – 39 m/s, meðan týska ICON07 og ICON13, og amerikanska GFS hava heldur minni vind, um 29 -31 m/s.

Tann mesti vindurin verður vestan og norðan fyri Føroyar, men vænta vit vind upp í skrið ella storm, sum er 18 til 23 m/s, frá hesum lágtrýstinum frá seint í kvøld og út á dagin í morgin. Ættin verður útsynningur, og sum líður út á náttina hækkar hann upp móti vestan, meðan mesti vindurin er, og eru forsagnirnar, at tað verður ikki fyrr enn út á seinnpartin, at hann makar til minni enn skrið, sum er 17 til 21 m/s. Hetta lágtrýstið hevur fitt av avfallið við sær, og verður tað væntandi regn frá í kvøld og út á náttina, og síðani verður liggjandi ælaveður vestaneftir væntandi við vátakava og kava til inn í komandi viku.

KlokkaECMWFICON13GFS
00:00996 996
06:00991990991
12:00982984983
18:00975976975
00:00986969969
00:06961965964
12:00961963964

Talva 1: Trýstið (hPa) í miðdeplinum á lágtrýstinum í forsøgnunum frá ECMWF, ICON13 og GFS frá á miðjunátt leygarnátt til sunnudagin á miðdegi.  

21/3 kl 0021/3 kl 0621/3 kl 1222/3 kl 0022/3 kl 06

Talva 2: Veðurkort frá felags evropeiska stovninum ECMWF frá leygarnáttini kl 00 til sunnumorgunin kl 06. Kortini eru heintað frá veður-appini Windy.com.

Mynd ovast: Fylgissveinamynd tikin kl 16:45  21. mars, 2026. Omaná eru er lagt isobarar, sum vísa, at í miðdeplinum á lágtrýstinum eru nú 979 hPa og metingar av avfallinum frá fylggisveinamátingum. Myndin er heintað fra MeteoBlue.com.