Mynd: Bilafestivalurin
Bilafestivalurin 2022, sum var hildin á Toftum í vikuskiftinum er nú av.
Ein av høvðusfyriskiparinum Petur Gaardlykke sigur við Eysturoyarportalin: “Festivalurin eydnaðist sera væl. Veðrið háttaði sær akkurát sum tað skuldi, og spældi við allan festivalin. Nógv fólk var og vitjaði og hýrurin var góður”.
Ætlanin er, at Bilafestivalurin verður aftur á Toftum í 2023.
Deil á Facebook