Í 2016, samtykti Fuglafjarðar býráð at lata byggja ein nýggjan barnaskúla við heitinum “Meira enn ein skúli”.
Spakin varð settur í í mars mánaða 2017. Tá varð gamli barnaskúlin frá 1936 tikin niður og nýggur barnaskúli bygdur við øllum nýmótans hølum og hentleikurm, sum t.d. tónleikastovu, skúlabókasavni og ítróttarhøll. Umframt einari stórari miðhøll ið númar øllum næmingum skúlans.
Tann 11. juni í 2020 varð so samtykt at fara undir at umbyggja “64-skúlan”. Ein íløga uppá 54 milliónir.
Og í 2023 varð so farið í holt við sjálvt arbeiðið. Byggningurin er bygdur í 1964 og er sostatt yvir 60 ára gamal.
Í hesum bygninginum hava næmingarnir í framhaldsdeildini úr Fuglafirði og Eysturkommunu (fyrr Gøtu kommunu og Leirvíkar kommunu), húsast øll hesi árini.
Í dag er mest sum allur hesin parturin av skúlanum eitt stórt byggipláss, har mest sum alt innanveggja er rivið niður, meðan arbeiðið við at byggja alt innan uppaftur, er í gongd.
Eftir ætlan skal arbeiðið verða komið so mikið væl áleiðis, tá ið ársskiftið nærkast, at næmingarnir kunnu flyta inn í nýggjar og snotuligar skúlastovur við nýggjastu hentleikum.
Eysturoyarportalurin var í dag ein túr við borgarstjóranum í Fuglafjarðar kommunu, Dávuri Juul, og hugdu eftir hvussu arbeiðir gongur.
Tað eru MAP Arkitektar sum eru høvuðsráðgevarar, meðan Heildarverk úr Fuglafirði er høvuðsarbeiðstakari.
Myndir: Eysturoyarportalurin


























