Lesarabræv
Í hesum mánaðinum eru átta ár farin, síðani tann kynsneutrala hjúnabandslógin kom í gildi í Føroyum, og eitt av álvarsligu úrslitum hennara var, at pápin nú varð tikin frá nøkrum børnum og defineraður sum óneyðugur. Ein sonevnd sammóðir yvirtók í staðin bæði rættindi og skyldur hjá pápanum. Øll bond til pápan og hansara slekt vórðu slitin í allari framtíð.
Í tí homoskapta universinum verður hetta kallað ”javnstøða”, men í veruleikanum er hetta statsautoriserað barnadiskriminering.
Og nú, beint áðrenn tingið skuldi fara til hús, og alt fokusið var á suðuroyartunnilin, samtykti løgtingið í skundi eina óunniliga danska lóg um ”assisteret reproduktion” ella viðgerð fyri barnloysi.
Hóast hetta málið hevur nógv álvarsligari avleiðingar fyri Føroyar enn nakar tunnil, so haldi eg ikki, at fjølmiðlarnir hava viðgjørt tað yvirhøvur. Men tað er so vanligt, tá ið um slík mál ræður – tey verða – tykir mær – við vilja tagd burtur!
Henda danska lógin, sum samgonguflokkarnir, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Framsókn og tíverri eisini helmingurin av Sambandsflokkinum nú hava samtykt, er eitt framhald á somu barna-diskrimineringarleið.
Tað er nú staðfest við lóg, at eisini einsamallar kvinnur upp á landsins besta kunnu fáa viðgerð fyri barnloysi upp til 45 ára aldur, og tá ið hesi børn koma í verðina, fara tey ongantíð at kunna vita, hvør pápin er. Sáðgevarin skal vera anonymur!
Hetta er ein stór svikagerð – og er eisini beinleiðis í stríð við barnarættindasáttmálan hjá ST, sum sigur, at so langt sum tað ber til, hevur barnið rætt til síni egnu foreldur!
Tað var Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna hjá Javnaðarflokkinum, sum bar tinginum hetta málið, og eg síggi, at hóast málið einans viðger stórar etiskar spurningar, so varð tað ikki sent til hoyringar í Etiska ráðnum, áðrenn tað varð lagt fyri tingið. Hetta er óhoyrt og vanvirðisligt.
Etiska ráðið fekk tó høvi at koma í trivnaðarnevndina og hevur í tí sambandinum skriva eitt hoyringarskriv, sum sera álvarsliga viðger málið.
Meirilutin í trivnaðarnevndini ignorerar tó fullkomiliga tilmælini frá Etiska ráðnum, sum í hoyringarskrivi sínum ávarar og sigur, at:
”lógin eigur at tryggja, at barnið, sum verður til við hjálp frá sjúkrahúsverkinum, fær rættin til at kenna sín arvafrøðiliga uppruna. Hetta er grundleggjandi fyri sjálvsfatan, samleika og rættarstøðu. Í flestu Norðurlondum, eitt nú í Svøríki, Noregi og Finnlandi, er hesin rætturin longu lógarfestur, og børn hava frá 15 ella 18 ára aldri møguleikan at fáa at vita, hvør teirra genetiski uppruni er. Etiska ráðið heldur, at rætturin til at kenna sín uppruna eigur at verða tryggjaður í lóggávu fyri børn í Føroyum.”
Etiska ráðið ávarar haraftrat staðiliga ímóti at loyva gransking í gitnum eggum, sum lógaruppskortið eisini leggur upp til, og vísir á, at fleiri lond, t.d. Týskland, Italia og Eysturríki, hava valt at banna slíkari gransking, grundað á mannavirði og varsemi, og ráðið mælir til, at vit fáa eitt orðaskifti um, hvørt gransking í gitnum eggum skal vera loyvd í Føroyum.
Men eisini hetta ignorerar meirilutin í trivnaðarnevndini fullkomiliga, og eftir stutta viðgerð í nevndini fór málið til 2. viðgerð, og við 3. viðgerð 30. apríl samtykti ein meiriluti í løgtinginum (Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Framsókn – og tíverri eisini ein partur av Sambandsflokkinum) tað.
Tað er trist at lesa tær grunnu viðmerkingarnar í álitinum hjá meirilutanum í trivnaðarnevndini (Johan Dahl, Hans Jacob Thomsen, Lillian Weihe og Kim Durhuus). Mest undanførslur um, at tað ikki ber til at broyta nakað í einum ríkislógartilmæli (danskari lóg) – og so gera tey nógv burturúr, hvussu týðandi rættartrygdin og rættindini hjá kvinnum og pørum eru, men barnið og tess rættartrygd og rættindi nevna tey ikki við einum orði – barnið, sum alt lívið skal líða undir tí ikki at kenna sín arvaføðiliga uppruna, sín pápa og alla hansara familju.
Nei, alt gongur út uppá, at tey vaksnu skulu hava síni rættindi og nøkta sínar tráanir og sín tørv, men tann grundleggjandi spurningurin um rættin hjá børnunum til at kenna sítt upphav verður als ikki nevndur.
Ikki eitt orð um, at øll slektin hjá pápanum, omma og abbi, pápabeiggjar, fastrar, systkinabørn o.s.fr., o.s.fr., við vilja verður tikin frá barninum.
Hvussu kunnu lóggevarar ignorera hesar avgerandi spurningar, sum eru so sera, sera álvarsamir og eymir og alneyðugir at tosa um og lýsa væl og virðiliga, áðrenn eitt tílíkt uppskot í heila tikið kemur upp á tal? Hvussu ber tað til, at hetta ikki verður tikið upp á tunguna?
Børn hava ein viðføddan og grundleggjandi og gudgivnan rætt til sína egnu mammu og sín egna pápa. Hvørki mamma ella pápi eru óneyðug!
Børn eru ein gáva, ikki eini rættindi, handilsvøra ella leikutoy! Tað kann aldri vera rætt – og ei heldur ein rættur hjá vaksnum fólki tilætlað at skaffa sær faðirleys ella móðurleys børn – og tað er ein mentanarlig katastrofa, tá ið sáð og egg, donorar og surrogatmøður á barnamarknaðinum verða javnsett við mammu og pápa.
Hóast tað tíverri ikki undrar meg, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn halda fram á hesi óhugnaligu vandakós, so er tað syrgiligt, ja, ræðuligt, at ein meiriluti á Føroya løgtingi uttan eina líkinda viðgerð skal samtykkja slíka vanlukkulóg, sum skúgvar til viks og skerjir barnsins mannarættindi, tekur rættin til pápan frá tí og ofrar tað á einaveldisaltarinum hjá teimum vaksnu.
Disse regeres vi af.
Jógvan á Lakjuni
fyrrverandi politikari – núverandi pápi, abbi og langabbi