Víkingur stóð fyri einari sannførandi og væl leiktari finalu á Tórsvølli í gjárkvøldið. Við einum 2–0 sigri á KÍ vann felagið úr Eysturkommunu Løgmanssteypið og tók harvið hevnd fyri finalutapið ímóti sama mótstøðuliði í fjør.
Ingi Jonhardsson legði Víking framum í 68. minutti, og Aron Ellingsgaard staðfesti sigurin sjey minuttir fyri leiklok. Víkingur var væl skipað, stríddist fyri hvønn bólt og megnaði at halda einum vandamiklum KÍ-liði frá teimum heilt stóru málmøguleikunum. Sigurin var væl uppiborin, og ljósabláu áskoðararnir settu ein serstakan og litríkan dám á finaluna.
Men tá dómarin Heini Viðoy hevði floytað fyri síðstu ferð, og løtan, sum øll høvdu bíðað eftir, loksins var komin, varð fagnaðurin hjá mongum áskoðarum brádliga steðgaður.
Sloppu ikki at feira saman við leikarunum
Fleiri av áskoðarunum hjá Víkingi vildu eftir dystin oman á vøllin at feira steypasigurin saman við sínum leikarunum og hetjum. Men vaktarfólk og trygdarfólk stóðu fyri teimum at sleppa inn á vøllin.
Tað er væl skiljandi, at eingin skal sleppa inn á vøllin, meðan dysturin verður spældur. Tað er eisini rætt, at leikarar, dómarar og áskoðarar skulu verjast. Men talan var ikki um ófrið, hóttanir ella ein dyst, sum framvegis var í gongd.
Dómarin hevði floytað dystin av, Víkingur hevði vunnið steypið, og tað vóru í stóran mun familjur, børn og trúgvir stuðlar, sum vildu uppliva hesa heilt serligu løtuna saman við sínum hetjum.
Ein samanrenning av gleði, ovfarakæti, sigursrúsi, sveitta, samanhaldi og rúnargandi sum rann saman í eina eind hesa løtuna. Ein løta sum allir fótbóltsáskoðarar ynskja at uppliva.
Sum Súni Merkistein so væl orðaði tað afturi í 2022, tá ið Víkingur eisini vann finaluna:
„Tú kanst ikki temja ovfarakæti á einari fjøld, sum er algoyst.“
Júst hetta er kjarnin í málinum. Tá eitt lið hevur vunnið eina steypafinalu, og hundraðtals áskoðarar eru fyltir av gleði, lætta og stoltleika, ber ikki til at vænta, at allar kenslur kunnu sløkkjast við einum forboði ella einum raði av vaktarfólkum.
Fagnaðurin er ikki eitt hjáárin av fótbóltinum. Hann er sjálvur grundin til, at fólk møta upp.
Í Føroyum er frástøðan millum leikarar og áskoðarar vanliga lítil. Tað er ein av styrkjunum við føroyskum fótbólti. Leikararnir eru partur av lokalsamfelagnum, børnini kenna teir, og áskoðararnir ferðast landið runt fyri at stuðla teimum. Tí kennist tað bæði óneyðugt og fremmandagerandi, tá ein múrur av vaktarfólki verður settur millum eitt steypavinnandi lið og tess egnu áskoðarar.
Leggjast skal tó afturat, at gulu vaktirnar sum stóðu frammanfyri víkingaáskoðarnar, kendu fótbóltsmekanismurnar og vístu veruligt fótbóltsvit-og skil, við ikki at forða ella halda aftur glaðu víkingaáskoðarnar sum fóru inn á vøllin.
Fótbólturin er eisini kenslur
Fótbóltur snýr seg ikki bara um reglugerðir, trygdarskjøl og vaktarskipanir. Hann snýr seg um kenslur, felagsskap og løtur, sum fólk minnast restina av lívinum.
FSF skal sjálvandi taka trygdina í álvara. Men tað var so ikki trygdin hjá løgmanni ella kongi sum var trupuleikin hesu ferð.
Fótbóltsambandið má ikki gera føroyskan fótbólt so stívan og fjaran, at áskoðararnir bert verða viðskiftafólk, sum skulu sita pent á sínum plássi, meðan onnur hátíðarhalda sigurin.
Víkingur vann finaluna á vøllinum og á áskoðaraplássinum. Áskoðararnir vóru við til at skapa finalustemningin og stuðla liðnum allan vegin.
Ein steypafinala er og skal vera ársins fótbóltsveitsla.
Víkingaáskoðarnir, høvdu uppiborið betur frá FSF. Tað sama hava komandi vinnandi áskoðarar í framtíðini.
Vónandi vakna onkur.