Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.09.2022 05:21

Ein stórur dagur fyri JT electric

Myndir: JT Eletric

“Fyrsti nýbygningur er liðugur og sleipið til Føroyar er byrjað.” Soleiðis skrivar JT Electric á Facebook vanganum.

“Talan er um ein fóðurflaka, sum tekur 700tons av fóðri. Tað er Hiddenfjord, sum hevur bílagt flakan frá JT Electric.

Ólavur Thomsen byrjaði við hesi verkætlan á tekniborðinum fyri einum góðum árið síðan, so tað var ein stór løta fyri hann í morgun, tá ið hann loysti endan.

Okkara lokalu projekt leiðarar í Szczecin í Pólandi vóru sera glaðir, tá ið flakin loysti frá kai. Hetta hevur verið eitt spennandi og krevjandi projekt fyri tey. Men tey sleppa ikki at hvíla leingi, tí tann næsti nýbygningurin skal vera liðugur um nakrar fáar vikur.”