Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.06.2025 22:17

Ein søgulig løta: Trý ættarlið á sama vølli

Mynd: ÍF

ÍF skrivar soleiðis á heimasíðu síni:

Kvinnurnar leiktu í dag ein dyst móti FC Suðuroy. Veðrið var heldur keðiligt, og tað darvaði spælinum eitt sindur, men kortini vóru fleiri góðar løtur við góðum spæli.

Eftir meira enn eitt ár var Kristina Obradovic aftur á vøllinum. Hon gjørdi ikki mætari enn at skora tvey mál í dag – bæði eftir frálíkar avleveringar frá svigerinduni Jenny Reinert Petersen. 

Ein onnur hending í dagsins dysti var debutin hjá 15 ára gomlu Evu José dos Santos. Hon fylti 15 í mai og hevur nú aldur at spæla við kvinnunum. Eva kom inn, tá einir 20 minuttir vóru eftir, og spældi á vinstrabakki. Hon gjørdi sítt arbeiði væl, og vit ynskja henni hjartaliga tillukku við debutini!

Men tað serliga í dag var, at trý ættarlið vóru á vøllinum í senn. Abbi Evu, Kristian Petersen, hevði flaggið í hond og stóð á linjuni sum linjuverji. Á vøllinum saman við Evu var eisini mostir hennara, Sigrid Petersen. Hetta vísir veruliga, hvussu ymiskir háttar eru at vera virkin og stuðlandi í einum felagsskapi – á vøllinum, í húsinum ella við flagginum í hond.

Tað eru júst løtur sum hendan, ið minna okkum á, hví fótbóltur er meira enn bara ein ítróttur. Tað er ein felagsskapur, ein familja – gjøgnum ættarlið.

Dagsins dystur endaði 7-0 til ÍF, málskorarar vóru:

Nita á Lakjuni
Jenny Reinert Petersen
Glæma Petersen
Kristina Obradovic
Kristina Obradovic
Sigrid Petersen
Kaja Toftegaard

Spjaldur