Fótbóltssamband Føroya
Talan var um eitt læruríkt og vælvitjað leikaratiltak, tá umleið 120 spírandi spælarar og foreldur teirra vóru savnaði í Gundadali til spurnarløtu og EM dyst mánadagin.
Umframt at vera ein fótbóltsveitsla av teimum heilt stóru, so er EM endaspælið fyri U17 gentur eisini eitt gott høvi hjá okkum í Føroyum at bera gentu og kvinnufótbóltin longur fram á leið. Hetta verður eitt nú gjørt við Legacy-verkætlanini, sum ber yvirskriftina “Droym stórt”.
Fremsta málið við verkætlanini er at geva ungum føroyskum gentum íblástur og vitan um úrvalsfótbólt – við øðrum orðum at eggja gentum til at tora at droyma stórt, soleiðis at vit í framtíðini vónandi fáa fleiri kvinnuligar yrkisfótbóltsleikarar.
Eitt stig á leiðini er at skipa fyri tiltøkum í samband við EM endaspælið, og tí vórðu allar gentur, sum eru partur av U15, U16 og U17 úrvalstilboðunum hjá FSF og foreldur teirra boðin til EM bólkadyst millum Italia og Pólland við upptakt í Bridgehúsinum, har spælarar úr Eysturíki og Hollandi eisini vitjaðu til eina spurnarløtu.

Eftir tiltakið í Bridgehúsinum, vóru allir luttakararnir bodnir til dyst á Tórsvølli, har fyritøkurnar við Skyboksum høvdu latið dyrnar upp fyri gentunum og foreldrum teirra.
Niðanfyri er myndarøð frá tiltakinum, sum Hans Erik Danielsen hevur tikið. Umframt hetta leikaratiltakið, so fevnir Legacy verkætlanin eisini um onnur tiltøk, meðan EM endaspælið er í gongd, umframt at meira kunnandi tilfar eisini verður framleitt og útbreitt í næstum.


















