Í einum bilihúsið í Norðragøtu ganga í hesum døgum, ein ryssa og eitt føroyskt fyl.
Men um lagnan vildi tað øðrvísi, so vóru eingin av teimum á lívið í dag.
Síðsta sunnukvøld fekk Miriann Fagraklett eini boð á fartelefonina. Í boðunum stóð, at okkurt sum líktist einum eftirburði lá í bønum og sum møguliga stavaði frá eini ryssu.
Tað er Bergtóra, dóttir Miriann, sum eigur ross. Rossini standa nakað uppi í bønum í Norðragøtu. Nakað omanfyri innangarðsvegin í bygdini.
Saman við rossinum, sum Bergtóra eiga, hevur eisini ryssan Sóleyg, sum Bergtóra hevur verið ansari av, staðið.
Hetta hevur ryssan gjørt, meðan bíða hevur verið eftir, at hon skuldi av landinum aftur og til Danmarkar, har hon upprunaliga kom frá.
Orsøkin til at ryssan Sóleyg, sum er ein íslendsk ryssa, skuldi aftur til Danmarkar, var, at hon upprunaliga var bíløgd at verða komin til Føroyar at verða burðarmóðir “rugemor” fyri Felagið Føroysk ross.

Av teimum 8 ryssunum sum í fjør komu til Føroyar at verða kvidnar, var tað bert ryssan Sóleyg sum ikki varð kviðin.
Og samstundis sum at ryssan, Sóleyg, ikki var kviðin, so hevði hon eisini fingið ein tannsvull. So avgerð var tikin, at tað var ov kostnaðarmikið at senda hana aftur til Danmarkar, og at hon í staðin skuldi avlívast.
Men tá ið djóravinurin, Linda Øland, hoyrdi um hetta, valdi hon, persónliga, at keypa ryssuna fyri 1 krónu. Og so var ætlanin at fáa hana senda aftur til Danmarkar til djóravinir. Arbeitt hevur síðani verið við at fingið fígging til hetta.
Meðan bíða hevur verið eftir at finna fíggingina og annað, til at fáa hana senda av landinum, so hevur ryssan staðið á beitið í Norðragøtu.
Men sunnukvøldið hendi tað so, at ryssan Sóley, uttan at nakar yvirhøvur hevði varnast at hon var kviðin, hevði folað. Hóast onkrar ábendingar, sum t.d. at Sóleyg var nakað órólig hendan dagin og eftirburður sást í bønum hetta kvøldið, so var einki fyl at síggja nakrastaðni.

So var farið at leita. Leita var oman og niðan, bæði væl og leingi. Og til endans vóru tað tær báðar, Bergtóra Fagraklett og Eyðfrið Mørkøre, sum funnu fylið, liggjandi í eini veit.
Lukkutíð fyri fylið, var trýnið skorað soleiðis fast millum tveir miðalstórar steinar, soleiðis at tað ikki var enda undir vatninum og harvið drukna.
Óvist er hvussu leingi tað hevur ligið soleiðis, men nakað yvir tríggjar tímar í minsta lagið.
Sera illa í holdum, næstan deytt, varð fylið borið í bilhúsið hjá foreldrunum hjá Bergtóru Fagraklett, har tað av øllum alvi var roynt at hjúkla um tað, við at turka tí, fáa hita í tað og geva tí heita mjólk frá mammuni.
Fyrstu dagarnar sveiggjaði tað millum lív og deyð. Men seinastu dagarnar eru vónirnar batnaðar munandi og er tað nú eisini komið uppá beinini at standa.
Djóralæknin er vorðin bjartskygdur um vóninar hjá nýggjasta føroyska rossinum.
Ein satt undur at tað yvirlivdi, siga tey sum hava verið við til hendingina. Og nú vónirnar er so góðar, so hevur fylið eisini fingið passandi navnið – Hepni.
Hvat síðani nú fer at henda við ryssini, Sóleyg, og fylinum, Hepni, er ilt at siga nakað um.
Lógarverkið í Føroyum er skrúva soleiðis saman, at í løtuni loyvir tað einans mammuni at sleppa aftur til Danmarkar, meðan fylið, av tí at tað er folað í Føroyum, ikki kann fara við mammuni til Danmarkar.

Ryssa folar vanliga 11 mánaðir eftir at hon er kviðin.
Í dag eru einans 88 uppruna føroysk ross til í øllum heiminum.