Lesarabræv
Við hesum ítøkiliga uppskotinum, ber til at fáa ein leigukostnað á 5.000-6.000 krónur um mánaðin við øllum. Tað ber til, um vit politiskt og samfelagsliga tora at raðfesta bústaðarneyðina sum ein akuttan trupulleika, sum krevur samstarv og nýhugsan at loysa. Landið eigur at seta 100 milliónir kr. av til hetta nú og á tann hátt fáa umleið 550 íbúðir bygdar næstu árini til ein sámiligan prís – og við einari sámiligari húsaleigu. Hetta ber bara til, um Landið, Bústaðir, kommunurnar og fíggingarstovnar eisini spæla við.
Tí skulu fólk hava møguleika at leiga fyri ein rímiligan kostna í Føroyum, so er neyðugt at hugsa fíggingina av byggingini annarleiðis enn tær vanligu, siðbundnu loysnirnar, sum hava verið brúktar seinastu árini. Vit mugu tora at hugsa í samstarvi og hugsa í nýggjum loysnum, tá ið vit tosa um bústaðarneyðina í Føroyum. Tí hendan kreppan er átroðkandi og kann ikki bíða longur. Her er eitt ítøkiligt boð upp á eina loysn, sum væl letur seg gera, um vit hava dirvi til at bróta upp úr nýggjum.
Ítøkiligt uppskot til loysn: Byggja smærri almannagagnligar íbúðir til ung og eldri
Vit skulu í samstarvi millum Bústaðir, kommunur, Landið og komandi leigarar seta ferð á at byggja smærri íbúðir, sum verða skipaðar í almannagagnlig bústaðarfeløg.
Tað gera vit soleiðis:
Vit byggja íbúðir kring landið, sum í mesta lagi eru 60 fermetrar og har byggikostnaðurin í mesta lagi er 30.000 kr. fermeturin íroknað MVG. Hetta ger, at hvør íbúð kostar 1,8 mió. kr. íroknað MVG.
Ítøkiliga verður skotið upp at byggikostnaðurin verður fíggjaður soleiðis:
Kommunan rindar 10% av byggikostnaðinum, sum eitt bústaðarpolitiskt átak í nærumhvørvinum. Hetta verður ítøkiliga gjørt sum eitt innskot í almannagagnliga bústaðarfelagið í tráð við heimildina í §5d í lógini um Húsalánsgrunnin (Bústaðir).
Bústaðir lánifíggjar 20% av byggikostnaðinum. -Og lánið kann afturgjaldast sum vanligt lán ella í serstakari skipan fyri at fáa húsaleiguna so lága sum til ber.
Landið rindar 10% av byggikostnaðinum, sum eitt bústaðarpolitiskt átak. Hetta verður latið sum eitt rentufrítt standandi lán, sum verður tinglisið sum pant í ognini og sum verður goldið aftur, um almannagagnliga bústaðarfelagið verður avtikið (selt).
Leigarin rindar 10% av byggikostnaðinum, sum innskot fyri at sleppa at leiga íbúðina og gerst á hendan hátt eisini eigari í bústaðarfelagnum. Flytur leigarin út ella doyr leigarin, so verður innskotið afturgoldið, javnað við prísvøkstrinum í landinum í tíðarskeiðinum. Næsti leigari, sum flytur inn rindar innskot eftir somu treytum, sum fyrsti leigarin.
Fíggingarstovnur fíggjar 50% av byggikostnaðinum.
Fíggingarleisturin gevur lægri húsaleigu
Verður húsaleigan av íbúðini roknað út frá láninum í fíggingarstovninum, har lánið er yvir 30 ár (útrokningin niðanfyri er grundað á roknaran hjá Betriheim, har rentan er 4,2%), so verður lánsgjaldið áðrenn rentustuðul umleið 5.000 kr. um mánaðin og við rentustuðli umleið 3.800 kr. um mánaðin.
Afturat leiguni koma mánaðarligar útreiðslur til el & hita (mett til 800 kr.), til trygging (mett 200 kr.), og viðlíkahald 500 kr. – og samlaða húsaleiga verður út frá hesum fortreytum 5.300 kr. um mánaðin.
Verður lánini frá bæði fíggingarstovni og frá Bústaðir grundarlag undir húsaleiguni (yvir 30 ár við 4,2% rentu), so verður húsaleigan umleið 4.700 kr. um mánaðin (við rentustuðli) + 1.500 kr. til el & hiti, trygging og viðlíkahald, tað vil siga tilsamans 6.200 kr. um mánaðin.
Landið skunda undir við 100 mió. kr.
Skal ferð setast á at byggja almannagagnligar íbúðir í bústaðarfeløgum eftir nevnda leisti, so er neyðugt, at Landið eisini raðfestir hetta fíggjarliga.
Til dømis kundi Landið sett 100 mió. kr. av til endamálið yvir 3-4 ár og hevði hetta bústaðarpolitiska átakið ført við sær – um tað verður fult og heilt gjøgnumført – at umleið 550 ungdóms- og eldraíbúðir verða bygdar við hesum átakinum. Ikki minst førir hetta við sær, at 550 ungdóms- og eldraíbúðir verða bygdar, har húsaleigan er sámilig – tann parturin er alneyðugur.
Bústaðarneyðin – ein álvarslig avbjóðing fyri samfelagið
Manglandi bústaðartilboð til bæði fólk í Føroyum og føroyingar, sum hava hug at flyta aftur til Føroyar, er helst ein tann størsta einstaka avbjóðingin hjá føroyska samfelagnum í løtuni.
Hendan støðan hevur beinleiðis ávirkan á fólkatalið og samansetingina av fólki í Føroyum. Atgongdin til bústað hevur ávirkan á um fleiri ung velja at verða verandi í Føroyum og eisini á um ung velja at venda aftur til Føroyar eftir lokna útbúgving. Hesi viðurskifti hava eisini eina greiða og beinleiðis ávirkan á haldførið í føroyska búskapinum.
Eitt annað er, at manglandi bústaðartilboð eisini ger, at føroyska samfelagið missir eina ómetaliga stóra íløgu, sum samfelagið ger í okkum øll – frá føðistovu, til dagstovnaøkið, fólkaskúla, miðnámsskúla, heilsuverk, trivnaðartilboð innan ítrótt og mentan os.fr. Hesa íløgu fær samfelagið vanliga “afturgoldna”, tá vit t.d. eftir lokna útbúgving fara á arbeiðsmarknaðin og taka lut í framhaldandi menning av okkara landi. Eru manglandi bústaðarmøguleikar orsøkin til at fólk flyta av landinum ella ikki kunnu venda aftur til Føroyar eftir lokna útbúgving uttanlands, so er íløgan, sum samfelagið ger í okkum øll “mist”.
Verður bústaðaravbjóðingin ikki loyst, so hevur hetta ávirkan á samfelagið, bæði nú og í framtíðini.
Nýggjar loysnir skulu til og Landið má verða við
Tað eru ongi “quick fix”, sum loysa allar avbjóðingar á bústaðarøkinum her og nú, men heldur er talan um eina samanrenning av fleiri ymiskum loysnum. Summar loysnir sum gera mun beinanvegin og aðrar langsiktaðar loysnir, sum framtíðartryggja bústaðarmarknaðin.
Harumframt er eisini neyðugt at hugsa “uttanfyri boksina” – neyðugt at hugsa aðrar loysnir enn tær kendu og siðbundnu loysnirnar, sum hava verið brúktar seinastu nógvu árini, tí tær vísa seg ikki loysa avbjóðingina.
Hartil er tað eisini neyðugt, at Landið fíggjarliga raðfestir at loysa avbjóðingina á bústaðarøkinum – ein avbjóðing, sum í øllum førum fevnir um:
- Tað eru ov fáar smærri íbúðir til ung og eldri
- Tað er ov dýrt bæði at keypa og leiga bústað í Føroyum
Skulu Føroyar gerast eitt gott og veruligt alternativ hjá ungum, so er neyðugt at tað verða fleiri íbúðir, sum ikki eru dýrar at leiga.
Somu viðurskifti eru galdandi fyri eldri, sum í nógvum førum sita í stórum sethúsum, men ikki hava møguleikan at fara í eina minni íbúð, uttan at leigukostnaðurin er høgur. Og hetta ávirkar eisini tað natúrliga skifti í bústaðar-massanum, har eldri flyta úr stórum sethúsum í minni íbúð – og barnafamiljur samstundis kunnu flyta úr lítlum íbúðum í størri sethús.
Nú er tíðin komin til at handla, og tora at bróta upp úr nýggjum.
Dennis Holm
Løgtingslimur fyri Tjóðveldi