Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.03.2026 14:45

Ein íbygdur steinur og fyrsta klokkan á Toftum

Eftir Janus Jensen

”Hann sum leitar, hann finnur”, siga vit ofta, og tann, sum hevur áhuga fyri søgu og siðsøgu, má uppaftur og uppaftur sanna, hvussu beinrakin hendan gamla máliskan ella orðatakið er.

Sunnan fyri gomlu húsini í Hoygarðinum – nú Heygsvegur 1 – hevur alla mína tíð ligið ein sermerktur steinur, í skapi eitt sindur bøllutur og óslættur. Steinurin er har framvegis, og eg havi altíð havt varhugan av, at okkurt serligt var við honum, men havi ongantíð megnað at komið hesum nærri; ikki fyrrenn nú eitt kvøldið eg var inni á gólvinum hjá Dagbjørt og Hanusi í Hoygarðinum, sum búgva á Agninum.

Hanus er blíður og fródligur maður, sum veit um mangt og hvat. Tá vit høvdu avgreitt míni ørindi, fall prátið á ein forvitnisligan málning av gomlu húsunum í Hoygarðinum, sum hekk uppi í stovuni hjá teimum. Á málninginum sæst umrøddi steinur væl, so eg nýtti høvi til at biðja Hanus siga mær søguna um hann.

Hanus segði frá teimum gomlu í Hoygarðinum, at hesin steinurin skuldi vera íbygdur. Tí var ongantíð nakað gjørt við hann, hvørki til at sláa hann sundur ella at flyta hann. Tað gav at bíta, tá menn einaferð fyri nógvum árum síðani gjørdu vegin gjøgnum Toftatún. Tá noyddust teir at flyta steinin eitt petti, meðan arbeiðið gekk, men tá liðugt var, var steinurin lagdur aftur á sama stað.

Tey gomlu søgdu eisini frá, at fyrsta klokkan á Toftum var í Hoygarðinum. Klokkan stóð soleiðis fyri, at tú uttanífra kundi síggja hana gjøgnum eitt vindeyga í suðurendanum á húsunum, um tú steig upp á steinin, og var hetta vanlig mannagongd hjá toftafólki tá í tíðini.