Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.07.2024 11:06

Ein frálíkur G! Festivalur komin at enda

Mynd: Eysturoyarportalurin

G! Festivalurin 2024 er av á hesum sinni. Og ikki kann annað sigast enn at hesin eydnaðist sera væl.

Glað fólk. Gott veður. Og ein væl smurd G!maskina, har alt – frá uppsetan, til sjálvan festivalin og alt sum honum hoyrdi til, koyrdi so at siga uppá stás allar dagarnar.

Startskotið, sum var kl. 17.00 hósdagin, tá ið Enekk setti festivalin, var sum bílagt frá hægri maktum. Sólin skein oman og niðan, eftir at morgunin hevði verið nakað gráur og vátur.

Aftaná tað, var tað eitt sindur “ned ad bakke” viðvíkjandi veðrinum; men tað var ongantíð nakað sum tók gleðina frá festivalgestunum, hóast onkur dropi kom niður av og á.

Tónleikaliga, so mundi hesin G!festivalurin verða onkustaðni “mitt ímillum”. Kanska í ovara endanum av “mitt ímillum”. Hóast eingin heimskend nøvn hesuferð, so var vørðan, sum var rulla út, á eini høgari hill samanlagt.

Highasakite bókstavliga setti eld í á Sandinum við síni framførslu og eld-showið! Og fingu fólk eina frálíka uppliving og heita uppliving.

Men kanska tann bólkurin sum fekk alt at kóka og jørðina at ristast, var føroyski havnabólkurin Swangah, sum brakaði ígjøgnum við síni framførslu, tá í farið var um miðnátt til sunnudagin.

Nógv hæddarpunkt kundi verið nevnd, alt frá Eivør, Teitur ella The Longest Johns ella onkrum heilt øðrum. Men mentanarligi arvurin – føroyski dansurin, sum fólk stúrdu fyri fór at doyggja út, fekk eina endurföðing og kláraði hann at fylla alt Fjósið, við bæði ungum og gomlum, har dansurin gekk so lystiliga.

Ein G! Festivalur, sum stendur eftur sum “sera væleydnaður”. Har huglagið, veðrið (næstan), tónleikurin og føroyska gestablídni, alt spældi saman og gekk upp í eina størri heild í Gøtu hesar dagarnar í juli.

Sí video og myndir niðanfyri av m.a. dansinum í Fjósinum og Swangah á Sandinum.

Myndir: Eysturoyarportalurin