Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.04.2026 19:54

Eiler Fagraklett innleiðir “Michael” í Filmsfelagnum

Filmsfelagið

“Michael” er søgan um Michael Jackson, kallaður The King of Pop, sum andaðist 50 ára gamal í 2009. Frá barnaárum sum fremsta stjørnan í familjubólkinum Jackson 5, truplu viðurskiftini við pápan, Joe Jackson, til kendu útgávuna “Thriller”, um Neverland Valley, sum Michael keypir og um syndarliga deyðan hin 25. juni í 2009, ið mong hava sum sorgar- og minningardag.

Nú kemur fyrri partur, sum er frá føðing og fram til “Bad” plátuna í 1987.

Eiler Fagraklett fer at innleiða sýningina við “Michael” í Filmsfelagnum mikukvøldið. 

Filmurin er upptikin í California, m.a. á The Neverland Ranch í Los Olivos, har Michael Jackson búði. Jaafar Jackson, ið spælir høvuðsleiklutin sum Michael, er ikki bara fyrstu ferð á filmi, men er sonur Jermaine Jackson, bróðir Michael, sum í dag er 71 ára gamal.

Filmurin sigur søguna um lívið hjá Michael Jackson, tá hann ikki er á palli, og tá hann einsamallur framførir bestu sangir, og letur okkum sleppa at síggja og fáa innlit í lívið, sum aldri er sæð áður. Tað er her at fyrsti partur av filmisku søguni um The King of Pop, Michael Jackson byrjar og tekur støðið. Filmurin, ið snýr seg um hálvfemsini og fram til hansara deyða, kemur seinni.

Filmsfelagið varð stovnað í Havnar Bio í 1962, har almennu sýningarnar hjá felagnum eru hvørt mikukvøld. Í dag er Havnar Bio seinasti og einasti biografur í landinum. Vísir tú atgongumerkið frá Filmsfelagnum, fært tú sama kvøld tvey fyri eitt, double up, í Paname á Vaglinum.

29/4 kl 20:00 Michael (Antoine Fuqua Bretland USA 2026 137 min)

Spjaldur