Hetta spyr, borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, sum eisini gevur ilt av sær á almennu miðlinum, nú munnligir fyrispurningar eru á tingi í dag.
Hann sóknast eftir politikkarum, sum vilja smá plássunum í Eysturoynni tað besta.
Hann spyr, t.d., um vegastrekkini úti á smáplássunum í Eysturoynni – í hesum førum í Funningsfirði og eisini Elduvíkarvegin, sum hann sigur, er burtur úr vón og viti ringur at aka eftir.
Torbjørn Jacobsen, sum áður hevur verið sera kritiskur viðvíkjandi politiska umboðanini í Eysturoynni, og tí lutfallið hon átti at havt, sigur soleiðis:
–Munnligir fyrispurningar eru á tingi í dag, og sjálvandi eru tað bert tingfólk sum hava møguleikan fyri at spyrja landsstýrisfólkini um ymsar verkætlanir í landinum.
Táið Eysturoyggin stórt sæð ikki er umboðað á Føroya løgtingi, – er lítið væntandi at nakar fer at spyrja um nakað henni viðvíkjandi.
Sum ein av teimum ið javnan er norðanfyri á oynni, seinast á fundi í Funningi í gjárkvøldið, kann eg staðfesta, at ikki eitt – ikki eitt – oyra er brúkt av hesi játtanina nevnd omanfyri, nú vit eru komin nakað fram í september mánaða.
Annars stendur soleiðis at lesa úr álitinum til løgtingsfíggjarlógina fyri 2023 viðvíkjandi verkætlanin til Funningsfjarðarvegin:
“2 mió. kr. verða játtaðar til verkætlanina Funningsfjarðarvegin. Sambært Landsverki eru brúktar umleið 10,5 mió. kr. til arbeiðið í 2021 og 2022. Arbeiðið er nú komið so mikið áleiðis, at vegurin er dagførdur frá Millum Fjarða og inn ímóti bygdini í Funningsfirði. Næsti teinur er tískil at breiðkavegin inni í bygdini. Talan er um ein lítlan kilometur afturat at breiðka fram til íbindingina til havnarlagið.”