Eiðis Róðrarfelag skrivar soleiðis:
Mikudagin 17. septembur 2025 kl. 18.00 verður manningarfundur hildin í miðhøllini í Eiðisskúla fyri Eiðis Róðrarfelag.
So um tú hevur áhuga at rógva, er bara at møta upp. Fundurin er bæði fyri nýggjar, royndar, ungar og gamlar rógvarar.
Endamáli við fundinum er at fáa yvirlit yvir, hvør hevur áhuga í at rógva í summar. Eisini verður møguleiki at seta spurningar.
Eiðis Róðrarfelag fer at fáa tvey spildur nýggj 5.mannaðfør næsta róðrarár og teir bátarnir skula sjálvandi eisini mannast – so tað er enduliga at halda seg framat.
Gott er um foreldur/avvarandi at børnunum eisini møttu upp.