Hondbóltssamband Føroya
Undanfarna vikuskiftið var EHF-forsetin, Michael Wiederer, á vitjan í Føroyum. Hann hevur áður vitjað øll limalondini í EHF, tó ikki Føroyar, men nú var endiliga høvi.
Forsetin hevði leingi sýnt áhugað at vitja Føroyar og føroyskan hondbólt, og nú tá høllin við Tjarnir stóð liðug og Føroyar høvdu EM-undankappingardyst móti Ukraina, var upplagt høvi.
Á vitjanini síni í Føroyum hevði forsetin fund við HSF um ymisk viðurskifti. Eisini var hann við á vitjan hjá stórstuðli HSF’s, Mowi, tá stuðulsavtalan eisini var longd. Eisini varð vitjað í Runavík hendan dagin, har borgarstjórin og Tjaldur vóru vertir. Vitjanin endaði við EM-undankappingardystinum Føroyar – Ukraina, har forsetin slapp at uppliva serliga føroyska dystarrómin.