Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.05.2024 20:50

“Eg veit ikki, um borgarstjórin vil hava eina standmynd av sær sjálvum”

Kristian í Vági Alfredsson

Lesarabræv

“Og vit eygleiða bara verðina, tá hon, sum ein dreymur fer framvið. Eygleiða hana mestsum burturfrá, so vit kanska fáa sálarfrið”

Soleiðis yrkir Hans Jákup Kollslíð og Marius Ziska syngur so meistarliga. Tað góða við góðum skaldskapi er, at tú hevur frælsi at tulka hann, sum tað passar tær.

Soleiðis síggið eg tað, sum nú er við at henda í okkara kommunu. Framhaldsdeildin og fótbóltshøllin eru á veg til Gøtu, og tað góðtaka vit fyri frið skuld, tí samstarvið bygdanna millum er jú fyrimyndarligt. Javel, javel, eg meini tað.

Sitandi býráð er komið til skorin klæðir, skorin so væl av undanfarna borgarstjóra, við øllum tí grundleggjandi ein kommuna skal hava. Barnagarðar, kloakkir, ítróttarhús, bátahyljar, o.a. er gjørt. Men nú má gerðast meir. Í 4 valskeið hevur fótbóltshøllin uppi á Brekku í Leirvík verið ávegis. Hetta er tað fjórða, og trúði eg veruliga, at hon fór at koma hesaferð. Undanfarnu býráð eru umskylt, tí tað hevur verið nógv annað at gera. Men ikki hesaferð. Nú er eingin umbering….uttan staðsetingin. Hon má fyri alt í verðini ikki vera í Leirvík. Har eru jú alt ov fáar atkvøður hjá sitandi borgarstjóra at fáa fatur á. 

Nei, nú er taktikkurin tann, at berghol skal byggjast úr Gøtudali til Skálabotn, so tað verður friður og pláss í Gøtu til hettar. 

Nýggja valagni hjá borgarstjóranum, tunnilin, er elsta valagnið í okkara annars so ungu kommunu. Hann vil hava tunnilin gjørdan, tí hann er ikki heilt álvuligur við trygdina við skúlan við Gøtugjógv. Eitt enn og eldri sjónarmið. Tað er mær púra óskiljandi at blíva við at spæla hasard við trygdini hjá børnum og ungum í fleiri ár aftrat, einans og einans tí skúlin partú skal liggja har av reinari tvørheit og kenslum. Tað er væl kent av øllum, í alla tíð, at bæði foreldur, lærarar og ikki minst bilførarar øtast av hasum staðnum. Tað einasta av sínum slagi í Føroyum. Hasin trupulleikin er ikki í Leirvík, skal eg heilsa og siga…spurningurin er um borgarstjórin yvirhøvur veit av tí.

Hasin tunnilin undir Gøtueiði skal koma, ja, men tað kann aldrin vera eitt valagn hjá einum politikkara í Eysturkommunu, einsamallum. Hasa verkætlanina skula allar kommunurnar í norðøkinum við sterkasta vinnulívinum í landinum í rygginum trýsta landið at gera. Tað er ikki leirvíkingar og gøtufólk, sum nýta hasa farleiðina mest.

Eg haldi heldur, at ein annar tunnil, ein bíligur og sum so skjótur at gera, skuldi verðið settur á skrá hjá býráðnum. Ein gongu/súkklu tunnil millum Leirvík og Norðagøtu, har gamalt var at ganga um fjall. 

Ein tílíkur hevði verið eitt satt nýbrot í kommununi, hugflogið kann lesarin sjálvur brúka. Ein tunnil, har eysturbúgvar og onnur kunna nýta ótarna alt døgnið, allar ársins tíðir, uttan bil. Hann kundi verið millum høllina uppi á Brekku og oman í Sarpugerð. Eg veit væl, at har er stórur hæddarmunur, men man skal ikki undimeta dagsins verkfrøði.

Aftur til høllina. 

Nú, tá stoltleikin og ímyndin av samstarvinum í kommununi, Víkingur, gongur sína beserkaragongd runt landið – eg veit ikki, um Jóhan Petur gevur teimum somu soppar, sum fornaldar víkingarnir nýttu, men væl riggar – kann eg ikki lata vera við at hugsa um, hvussu bjørt framtíðin er, tá høllin kemur aftrat. Óendaligir møguleikar og frambrot av eina aðrari verð. Set í gongd, nú!

Tað er eingin orsøk at bíða við henni, uttan – ja, tit gittu rætt – staðsetingin. 

Sitandi býráð vil hava alt sum eitur trivnaður at samlast í Gøtu. Í øllum førum borgar- og varaborgarstjórin. Hini í býráðnum hoyrir mann púrt einki til, uttan Honnu Jensen, takk fyri tað, Hanna. Eg mátti hyggja á heimasíðuna fyri at minna meg á, hvør situr har.

Seinasta viðmerking mín snúði seg mest um Trónd í Gøtu. 

Eg havi sjálvur annar gjørt fundamentið og økið rundanum standmyndina av Tróndi. Og má eg siga at “nýggja” valagnið hjá borgarstjóranum er júst líka hugflogleyst sum hettar arkitektteknaða økið. Men, hann Tróndur liggur so har enn, og tað gleðist eg um, so er okkurt gjørt rætt.

Hettar býráðið hevur eisini fingið eitt sera væl úr hondum greitt fundament at standa á, men onkursvegna tykist tað sum um tað, sum verður bygt omaná, rillar.

Eg veit ikki, um borgarstjórin vil hava eina standmynd av sær sjálvum, við síðunar av Tróndi eftir at hava fingið alt lív hjá kommununi í sín dal, men um eg skal gera tað fundamentið eisini – tað kann eg gott – so kanska eg “gloymi” sementið í blandingini😊

Vit viljað eisini hava leiðslu og sømdir í Leirvík, harra borgarstjóri.

Kristian í Vági Alfredsson