Mynd: Helgi Abrahamsen
Lesarabræv
Ja eg stilli upp.
Eg havi verið áhugaður í politikki alt mítt vaksna lív – og meira enn tað. Fyrstu ferð eg var á politiskum veljarafundi var til løgtingsvalið í 1978. Tá var eg einans 11 ára gamal, og sera áhugaður í tí sum hendi á fundinum.
Miðskeiðis í áttatiárunum var eg við til at stovna eitt lokalfelag hjá Ungmannafelagnum Samband í Eysturoy, og fyrstu ferð eg sjálvur var valevni, var til fólkatingsvalið í 1987 – fyri 35 árum síðani.
Eg hevði fyrstu ferð sæti á løgtingi sum avloysari í mars í 1990.
Árini 1999 til 2008 var eg fulltíðar floksskrivari hjá Sambandsflokkinum. Eg havi verið løgtingsmaður frá 2008 til 2015, og aftur síðani 2021, og landsstýrismaður frá 2019 til 2021.
Øll skulu hava ágóðan
Eg havi sum mál í politikki, at Føroyar skulu vera eitt gott land hjá okkum øllum at búgva í. Neyðugt er tí at stimbra vinnuna, sum skapar inntøkur, ríkisfelagsskapin, sum skapar tryggleika, og sosialu kósina, sum tryggjar, at vit øll kunnu hava tað gott. Og har er Sambandsflokkurin tað besta valið. Flokkurin er sosialur, liberalur og gongur á odda, tá tað ræður um at varðveita ríkisfelagsskapin.
Samfelagið er sum eitt tok. Fremst er lokomotivið, ið skapar framburðin, men lokomotivið má ikki gloyma at draga hinar vognarnar aftaná sær. Vit kunnu ikki øll ganga á odda, men úrslitini hjá teimum sum ganga á odda eiga at koma øllum til góðar.
Tí skalt tú velja Sambandsflokkin tann 8. desember.
Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin