Mynd: Rógvi Egilstoft
Lesarabræv
Eg havi álit á, at borgarar duga betur at skipa síni viðurskifti, enn hvat politikkarar gera. Havi álit á tykkum, sum búgva í landinum. Eg havi álit á tær.
Eg havi álit á, at tú dugir betur enn politikkarar at brúka tínar pengar. Tí skal minni takast inn í skatti. Hetta kemur eisini at hava við sær, at tað verður hugaligari at arbeiða.
- Miðal inntøka skal ikki skattast meira enn 30%
- Lesandi og lærlingar skulu kunnu tjena upp til 80.000 kr. skattafrítt
- Markið fyri mótrokning í pensjón verður í minsta lagi 80.000 kr.
Meira álit skal gevast til foreldur. Foreldur vita best, hvussu teirra barsilstíð skal skipast. Foreldur vita eisini best, nær barnið trívist.
- Foreldur skulu hava frælsi at skipa barsilin, sum tey sjálvi ynskja
- Peningurin skal fylgja barninum
Sjálvandi skal hjálp veitast familjum, har avbjóðingar eru. Men eisini skal meira álit gevast til familjuna. Familjan er næstan altíð betur enn politikkararnir til at avgera síni viðurskiftir.
Rógvi Egilstoft
Valevni fyri Fólkaflokkin
Deil á Facebook