Føroya Politi
Føroya Politi leitar í løtuni eftir 68 ára gamla meksikanaranum, Pedro Enrique Moreno Hentz.
Hann varð seinast sæddur á gistingarhúsinum í Tórshavn fyrrapartin 3. sep. 2025. Seinastu telefonupplýsingar hansara staðseta hann nærhendis Bøsdalafoss um middagsleitið sama dag.
Seinnapartin í dag (4. sep. 2025) varð ryggsekkur hansara funnin í Mykisnesfirði.
Um nakar hevur upplýsingar, sum kunnu hjálpa okkum at finna Pedro, kann ringjast á tlf. 351448.