Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.02.2023 13:23

Edva verður aðalskrivari hjá Bláa Krossi

Mynd: Edva Jacobsen

Síðani mars 2017 hevur Petur Jákup Petersen (Dakko) verið aðalskrivari í Bláa Krossi. Í hansara tíð hevur serligur dentur verið lagdur á fyribyrgingararbeiðið, umframt staðseting av – og viðlíkahald av bygningum Bláa Kross.

1. mars tekur Edva Jacobsen við sum nýggjur aðalskrivari.

Edva er úr Fuglafirði. Hon er 58 ár. Hevur arbeitt 25 ár í peningastovni, hevur víðkaðan bankaskúla, merkonom í fíggjarstýring og hevur seinri lokið akademiútbúgving í fíggjar- og vinnustýring.

Edva hevur sitið níggju ár á tingi fyri Sambandsflokkin. Øll árini var hon í Útnorðurráðnum, næstforkvinna frá 2019, forkvinna síðani 2021.

Hon hevur sitið í Fuglafjarðar býráð síðani 2017. Forkvinna í sosialu nevnd.

Í síni frítíð er Edva virkin í missiónshúsinum Thabor í Fuglafirði. Hon hevur verið limur í Bláa Krossi frá ungum árum.

Blái Krossur Føroya er hjálpar- og fráhaldsfelag við umleið 1.350 limum, skipaður á einum kristiligum diakonalum grundarlagi og vil:

  • Arbeiða fyribyrgjandi, at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsandi løgi/-evnum,
  • Hjálpa teimum, ið hava trupuleikar av rúsandi løgi/-evnum,
  • Hjálpa familjum hjá teimum, ið hava trupulleikar av rúsandi løgi/-evnum,
  • Útvega virðiligar bústaðir til fólk, ið eru komin illa fyri av rúsi,
  • Útvega góð brúkt klæðir og innbúgv.

Blái Krossur Føroya eigur og rekur:

Blákrossheimið á Nesi.

  • Ávegishúsið í Lynggøtu í Havn
  • Títt Rúm í Kongagøtu í Havn
  • Hollywood – Liv Lívið í Niels Finsensg í Havn
  • Endurnýtsluseymistovuna Ný Ný í Niels Finsensgøtu í Havn
  • Sjey klædna- og búnýtishandlar kring landið: Tvøroyri, Miðvági, Sandavági, Tórshavn, Klaksvík og tveir í Saltangará.

Blái Krossur hevur ídag umleið 30 fólk í starvi og 400 fríyrkisfólk.