Mynd: EB/Streymur
19 ára gamli leirvíkingurin Bergur Poulsen fer komandi tvey árini at spæla við EB/Streymi. Hann hevur gjørt sáttmála fyri 2023 og 2024.
Bergur hevur seinastu 3 árini verið fastur maður á næstbesta liðnum hjá Víkingi. Bergur spælir fyri tað mesta á høgra bakki.
Sambært Faroesoccer hevur Bergur bert leikt ein dyst í Betrideildini, men hevur samanlag leikt tilsamans 25 landsdystir við ungdómslandsliðinum.
Deil á Facebook