Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.12.2022 21:04

EB/Streymur og Jákup Martin Joensen skiljast

Mynd: JOK/Eysturoyarportalurin

EB/Stremur boðar frá í dag

EB/Streymur og Jákup Martin Joensen eru í dag komin ásamt um ikki at leingja sáttmálan.

Felagið ynskir við hesum at takka høvuðsvenjaranum fyri tíðina í tænastu fyri felagið og vilja ynskja honum blíðan byr.

Avtalan, um ikki at leingja samstarvið, er gjørd í sátt og semju millum felagið og Jákup Martin.

Nevndin arbeiðir í løtuni við at fáa venjaraspurningin upp á pláss og vænandi kemur hetta í rætt lag í inniverandi ári.