EB/Streymur skrivar:
Vit fegnast um at kunna kunngera, at EB/Streymur hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við 20 ára gamla Marius Kallestrup Nielsen.
Hann hevur spælt ungdómsfótbólt í Silkeborg IF og hevur síðani roynt seg í lægri donskum deildum, seinast í Kjellerup IF í danmarkseriuni.
Ítróttastjórin Niels Pauli Danielsen sigur soleiðis um nýggja leikaran:
– Marius er ein rennisterkur box til box leikari. Hann er sterkur á bóltinum og ein móti einum, og hevur eitt gott spark. Vit eru fegin um at knýta hann til okkara hóp.
Vit ynskja Marius hjartaliga vælkomnum og gleða okkum at síggja hann í blá svarta búnanum.
