Í morgun kl. 08.00 vóru boð eftir East Rescue hjá Sløkkiliðnum í Eysturkommunu.
Ein útróðrarbátur, sum var eftir havhesti, var uppsteðgaðu uttanfyri Oyndarfjørð og hevði brúk fyri sleip.
Bjargingarbáturin, East Resuce, var sendur avstað og sleipaði bátin inn á Leirvík, har teir vóru nakað eftir kl. 09.00.
