Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.03.2024 15:36

Earth Hour og tiltak í Fuglafirði 

Fuglafjarðar kommuna

Fyri áttandu ferð skipar Fuglafjarðar kommuna fyri Earth Hour leygarkvøldið 23. mars frá kl. 20.30 til 21.30. Tá verða øll gøtuljós í kommununi sløkt. 

Eitt Earth Hour tiltak verður í Fuglafjarðar kirkju leygarkvøldið kl. 20.30, har Fuglafjarðar sangkór syngur, meðan kertuljós lýsa kirkjuna upp. Hendan løtan varar í áleið 1/2 tíma. 

Kommunan heitir á stovnar, fyritøkur, handlar, feløg og einstaklingar um at sløkkja ljós inni og úti í tann mun tað ber til. Í fleiri húsum ber helst ikki til, tí pálmasunnudagur er dagin eftir, og tá eru fleiri, sum fyrireika seg til konfirmatiónir. 

Kommunan minnir fólk á at ansa sær og at brúka endurskin, um tey ganga ella koyra hendan tíman, tí úti er bølamyrkt.

Earth Hour er eitt átak móti ovurnýtslu í okkara tíð, við fokus á hart trýsta náttúru-margfeldni, umhvørvis-trupulleikarnar og veðurlagsbroytingarnar, sum eru íkomin av ovurnýtslu. Tí verða øll óneyðug ljós sløkt stórt sæð um allan heim, allastaðnis í tímanum millum kl. 20.30 og 21.30, eisini í Fuglafirði, á Kambsdali og á Hellunum.