Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.12.2025 12:58

“Dunga Jákup” sleipaður inn á Skálafjørðin (Myndir)

Mynd: Eysturoyarportalurin

Tað var ein vøkur sjón, tá ið Sleipibáturin Serval M/s hjá MEST, í lýsingini í morgun kom sleipandi inn á Skálafjørðin, við skrokkurin til frystitrolaran Dunga Jákup M/tr.

Skipið er uppkallað eftir reiðarinum Jákup Jacobsen, sála, sum andaðist 13. desember í fjør.

Skrokkurin, sum er góðar 49 metrar langur og slakar 12 metrar breiður er bygdur á Stozcnia Wisla skipasmiðjuni í Gdansk í Póllandi.

Á MEST á Skála verður hann liðugtgjørdur og verður væntandi latin P/F Varðanum á sumri í 2026.

Eftir ætlan fer Dunga Jákup M/tr at fiska botnfisk á føroyska landgrunninum.

Myndir: Eysturoyarportalurin