Í dag boðar P/F Varðin í Gøtu frá, at nýggjasta skipið hjá reiðaríðnum kemur at eita “Dunga Jákup“.
Skipið verður uppkallað eftir Jákup Jacobsen, sála, sum andaðist í desembur í fjør. Hann var sjálvur annar við til at stovna reiðaríið Varðan, saman við Tummasi Thomsen, afturi í 1985.
Varðin skrivar, at skipið verður góðar 44 metrar langt og slakar 12 metrar breitt. Skrokkurin verður bygdur á Stozcnia Wisla skipasmiðjuni í Gdansk í Póllandi. Nú eru allar stáleindirnar komnar saman og formurin á skrokkinum sæst.
Skokkurin verður eftir ætlan sleipaður til Føroya í desember mánaði. Á Skála verður skipið útgjørt. Væntandi verður skipið liðugt bygt á sumri 2026.





Myndir: P/F Varðin
