Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.02.2023 08:41

Dramatikkur í høllini á Skála

Mynd: StÍF (skýggjamynd)

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar í gjár, tá StÍF mennirnir í høllini á Skála tóku ímóti H71.

StíF vann dystin 31-29 í einum sera spennandi dysti, har H71 førdi meginpartin av fyrra hálvleiki, meðan í seinna hálvleiki fylgdust liðini heilt til ímóti endanum, tá StÍF legði seg á odda. Hálvleiksstøðan var annars javnleikur 17-17.

Toppskjúttar hjá StÍF vóru Pætur Johansen við 7 málum og Matin Danielsen við 6 málim.

StÍF er á 4. plássi við 13 stigum, meðan H71 er á 3.plássi við 15 stigum. Bæði hava leikt 14 dystir.

Komandi dystur hjá StÍF er 12. februar í høllini á Skála ímóti VÍF.