Skúlaskipið Dragin sigldi fyrr í morgun á Flesjarnar, har hann í løtuni stendur fastur í botni.
Skúlabørnini og tey sum vóru umborð eru sigld til Havnar.
Nakrir bátar eru hjástaddir og eisini bjargingarbáturin Arun er hjá staddur. Nú verður arbeitt við hvussu hann skal fáast leysur aftur.
