Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.08.2025 22:05

Dómarafyrireikingar hjá HSF

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya

Tað stundar til kappingarbyrjan í Burn og SMS kappingin. Feløgini fyrireika seg við fullari ferð og tað hava dómararnir eisini gjørt hetta vikuskiftið.

Hetta vikuskiftið hevur verið dómaraskeið og uppstartur saman við Martin Lykke, dómarainstruktøri hjá Dansk Håndbold. Dómararnir hava m.a. tikið reglutest, viðgjørt reglutulkingar og dystarstøður. Nakrar nýggjar reglur eru komnar síðani seinasta kappingarár og eru eisini einstakar tulkingar, sum eru tillagaðar. Leygardagin vóru venjararnir í fremstu deildunum eisini saman við dómarunum, har nýggju reglurnar og tulkingarnar vóru gjøgnumgingnar.

Dómarahópurin er líkur hópinum undanfarna ár, men verða eisini nýggj andlit at síggja.