Filmsfelagið
Psykologiski spenningsfilmurin “Doktor Glas” er ein nýtulking av klassisku skaldsøguni hjá Hjalmar Söderberg frá 1905, við fleiri ungum norðurlendskum stjørnuskotum, teirra millum einum donskum greiva.
Kirsten Brix fer at innleiða sýningina mikukvøldið.
Gabriel Glas er ungur einsamur lækni, ið heldur hánt um allar tær grunnu fyrimyndir og tankar, ið eru frammi í dagsins samfelag, men samstundis leingist eftir, at verða partur av nøkrum størri enn tí gerandisliga.
Tá mótasniðgevin, Helga Gregorius, kemur í læknaviðtaluna, broytist alt í lívinum hjá Glas lækna. Handan perfektu fasaduna hjá Helgu, fjalir seg eitt trupult hjúnarlag saman við virðirslønta høvundinum Patrik Gregorius.
Skjótt verða tey tvunnin saman í eina fløkju av lygnum, greði og makt, har moralsk mørk verða flutt og hvørva.
Í høvuðsleiklutinum síggja vit svenska Isac Calmroth, sum var við í norska ræðufilminum “Den stygge stedsøster”, vit vístu í fjør. Saman við honum síggja vit norsku Thea Sofie Loch Næss úr sama filmi, og svenska Christian Fandango, ið er kendur úr røðini “Ondskan” frá 2023.
Danski Nikolai, greivi, er við í einum lítlum leikluti, og leikstjóri er Erik Leijonborg (f.1969), sum hevur gjørt fleiri sjónvarpsrøðir, so sum “Ondskan”, “King & Conqueror” og “The Last Kingdom”.
Kirsten Brix týddi upprunasøguna úr svenskum til føroyskt, “Glas lækni”, sum forlagið Náttsólin gav út í 1994. Í bókaumrøðuni sigur Landsbókasavnið: “Um Glas lækna, sum síðst í 19. øld velur at hjálpa einum kvinnuligum sjúklingi at sleppa av við sín ódámliga og krevjandi mann”.
Vísir tú atgongumerki, fært tú sama kvøld tvey fyri eitt í Paname á Vaglinum.
20/5 kl 20:00 Doktor Glas (Erik Leijonborg Svøríki 2026 112 min)
