Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.07.2025 09:46

Døgg Nónsgjógv gevur út nýtt staklag – “Kærleiksfavnur”

Tíðindaskriv

Nýggja staklagið eitur “Kærleiksfavnur”

Døgg Nónsgjógv gevur út í dag sítt triðja og seinasta staklag frá komandi heildarútgávuni, “Livandi”, sum kemur út á talgildu pallunum 27. august. Longu nú kanst tú ogna tær vinyl av útgávuni í Tutl.

Lagið er givið út beint undan Ólavsøku – hesar heilt serligu dagarnar, tá vit savnast sum tjóð at hátíðarhalda mentan, kærleika, og felagsskap. 

Kærleiksfavnur” er ein sangur um djúpan kærleika – tað slagið, har tú kennir teg tryggan og elskaðan. Tað er ein sangur til pør, sum hava funnið friðin í hvørjum øðrum – ein mjúkur, heitur sangur, ið minnir okkum á styrkina í veruligum kærleika.

“Eg skrivaði ‘Kærleiksfavnur’ fyri at lýsa ta kensluna av at vera elskaður uttan nakað hóvasták – bara reinur kærleiki,” sigur Døgg. “Og við Ólavsøku á gátt, har nógv pør og familjur koma saman, kendist tað sum rætta løtan at sleppa hesum út í heim.”

Lurta eftir “Kærleiksfavnur” á tíní stroymingartænastu: 

https://orcd.co/kaerleiksfavnur_link