Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.10.2023 10:58

Døgg Nónsgjógv gevur út EP við heitinum “Døggfallin”

Døgg Nónsgjógv gevur út EP við heitinum “Døggfallin”

Fyri 10 árum síðani trein ein ung Døgg Nónsgjógv á føroyska tónleikapallin og gjørdist beinanvegin fólkaogn við lagnum “Tú tók mína hond”. Síðan 2013 hevur Døgg givið eina heildarútgávu og fýra stakløg út.

Nú letur Døgg Nónsgjógv úr hondum eina EP við heitinum “Døggfallin”. Á útgávuni eru 5 løg, ið viðgera djúp, kenslulig evni, so sum heimleysan kærleika, sorg, lammandi ótta og vón. Intima ljóðmyndin og ráu erligu tekstirnir leggja upp til persónligt samband við lurtaran – eins og samrøður millum vinir um trupul evni. 

Løgini eru skrivað í samstarvi við Høgna Lisberg, sum eisini hevur staðið fyri at framleiða útgávuna. 

Finn útgávuna á tíni stroymingartænastu her: https://orcd.co/doeggfallin