Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.05.2023 11:55

Djóni Ennigarð 35 ár á Vónini

Mynd: Djóni Ennigarð 35 ár á Vónini (Vónin P/F)

Djóni Ennigarð hevur sín seinasta arbeiðsdag á Vónini P/F í dag. Hann hevur tilsamans starvast á Vónini í heili 35 ár.

Vónin sigur soleiðis á heimasíðu síni: “Vit hava alt gott at bera Djóna – Ein raskur, nærlagdur og álítandi persónur við lættum og blíðum lyndi.

Vit takka Djóna fyri sera gott samstarv og drúgva tænastu øll hesi árini, og ynskja honum alt tað besta.”