Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.09.2025 19:05

Diskriminerandi uppskot um fráfaringaraldur

Lesarabræv

Tá eg las reglugerðina um fráferð úr starvi fyri aldur, sum var fyri á seinasta býráðsfundi hjá Klaksvíkar býráði, mundi eg dottið á reyvina. Hetta er eitt uppskot, sum er so gamaldags, diskriminerandi og órímiligt, at tað er ilt at trúgva, at tað yvirhøvur verður lagt fram í 2025.

Viðmerking um fráfaringaraldur
Rúna Sivertsen
Sosialráðgevi

Í einum uppskoti til reglugerð um fráfaringaraldur hjá Klaksvíkar kommunu, sum varð lagt fram á býráðsfundinum, hósdagin 25. september 2025, stendur millum annað: ”Góð starvsfólk síggja, hvussu arbeiðið verður leitt og deilt, og hava hvørki tíð ella orku til at gera dupult arbeiði í longri tíðarskeið, meðan tey síggja, at starvsfelagar, sum nærkast fráfaringaraldri, ikki í sama mun sum áður megna at fylgja við – og hetta økir vandan fyri, at tey eisini brenna út.”

Hvat er hatta fyri nakað at koma við? Tað er simpulthen so diskriminerandi og vanvirðiligt at leggja upp til, at starvsfólk, sum nærkast fráfaringaraldri, ikki megna arbeiðið og eru orsøk til, at ung fólk brenna út. 

Tórshavnar kommuna og stovnar hjá tí almenna hava strikað fráfaringaraldurin – og so kemur Klaksvíkar kommuna nú við hesum afturhaldandi og diskriminerandi uppskoti.

Veruligi trupulleikin er ikki aldur

Eg kenni meg so provokeraða av hesum, at eg kann ikki lata vera við at seta hendan spurning: Hvat so við teimum ungu starvsfólkunum, sum ofta eru burtur frá arbeiði, tá børn teirra eru sjúk umframt tá tey sjálvi eru sjúk. Tað er ein veruligur og stórur arbeiðstrupulleiki, sum eingin torir at seta orð á – og tí  verður tað ikki nevnt við einum orði. At blaka arbeiðsfør fólk við ávísum aldri til hús, er ivaleyst lættari. 

Sannleikin er tann, at trupulleikin hjá Klaksvíkar kommunu ikki er, at starvsfólk nær við fráfaringaraldur ikki megna arbeiðið. Trupulleikin er heldur, at kommunan ikki hevur nóg góðar mannagongdir, tá tað kemur til at siga starvsfólkum úr starvi, sum ikki gera sítt arbeiði til lítar – hvønn aldur tey so enn hava. Tað er ikki eitt “aldurstrupulleikamál,” men ein leiðslu- og fyrisitingartrupulleiki, ið umsitingin í Klaksvíkar kommunu átti at hugt nærri uppá.

Vitan og royndir verða skumpaðar til viks

At brúka slíkar argumentatiónir fyri at áseta eitt fráfaringarmark er ikki annað enn at køva eldri starvsfólk og niðurgera teirra virði. At skumpa vitan og royndir til viks, bara tí ein ávísur føðidagur stendur í føðibrævinum er beinleiðis órímiligt, tí summi eldri eru munandi raskari og arbeiðsførari enn onkur av teimum yngru.

Tørvur á nútímans seniorpolitikki

Heldur skuldi Klaksvíkar kommuna gjørt ein nútímans seniorpolitikk, sum er í tráð við Employment Equality Directive (2000/78/EC hjá ES. Hetta direktivið ásetir, at tað er bannað at diskriminera á arbeiðsmarknaðinum vegna aldur, og at arbeiðsgevarar skulu tryggja, at starvsfólk fáa somu møguleikar, óansæð hvussu gamal tú ert. 

Í staðin fyri at seta eitt fráfaringarmark, átti kommunan at skipað fyri politikki, sum varðveitir vitan og royndir og gera tað møguligt hjá teimum eldru at arbeiða víðari undir hóskandi treytum. Uttan ein tíðarhóskandi seniorpolitikk er vandi fyri, at starvsfólk velja aðrar kommunur, har vitan og royndir verða virðismett.

Tíbetur varð málið beint aftur í nevnd, sí uppskotið niðanfyri: 

 25/00411-7 Reglugerð fyri fráferð úr starvi fyri aldur – dagføringar

Viðgjørt avFundardagurMálnr.
Fíggjarnevndin23.09.202593/25
Klaksvíkar Býráð25.09.202587/25

Frágreiðing um málið:
Greitt verður nærri frá málinum í skrivi frá umsitingini, dagf. 17-09-2025.

Galdandi fráfaringaraldur á 70 ár varð settur í gildi fyri kommununa við býráðssamtykt tann 30. apríl 2015. Politiska viðgerðin og umrøðan síðan tá bendir á eina breiða semju um at varðveita henda fráferðaraldur, samstundis sum ásannað verður, at tørvur er á eini skipaðari stigvísari tilgongd fram ímóti fráferð úr starvi.

Í tráð við omanfyristandandi, hevur Starvsfólkadeildin hesi seinastu árini arbeitt við einari dagføring av reglugerðini fyri fráferð úr starvi fyri aldur.

Tørvur er á at tillaga verandi reglur innan fráfaringaraldur til tíðina og tørvin. Hesin tørvur er serliga aktuellur, frá tí at fólk fylla 65 ár, til pensjónsaldur og víðari til samtykta fráfaringaraldurin, sum er 70 ár. Her hava bæði starvsfólk, leiðarar og politiska skipanin eitt ynski um at hava hóskandi leiðreglur at fylgja.

Um henda dagførda reglugerð fyri fráferð fyri aldur verður sett í gildi beinanvegin, mælir umsitingin til, at tær í galdandi lønarsáttmálum ásettu freistir fyri starvsbroytingar verða brúktar í mun til starvsfólk, sum í løtuni hava rokkið pensjónsaldur. Væntaður lægri kostnaður av hesi broyting er umleið 1,6 mió. kr. í 2026.

Burðardygd og heimsmálini:
Góð starvsfólk síggja, hvussu arbeiðið verður leitt og deilt, og hava hvørki tíð ella orku til at gera dupult arbeiði í longri tíðarskeið, meðan tey síggja, at starvsfelagar, sum nærkast fráfaringaraldri, ikki í sama mun sum áður megna at fylgja við – og hetta økir vandan fyri, at tey eisini brenna út.

Eisini hetta sjónarhornið talar fyri at seta í gildi stigvísa skerjing av starvsbrøkinum yvir tey seinastu starvsárini, bæði fyri at tryggja eina lagaliga og trygga fráferð úr starvi, samstundis sum stuðlað verður undir nýsetan innan leiðandi partin av kommununi.

Í grundini er hetta ein spurningur um, hvørji starsvfólk kommunan sum arbeiðspláss vil tiltrekkja, sum kunnu tryggja, at kommunan støðugt mennir seg og arbeiðir tíðarhóskandi og professionelt – sum er neyðugt, tí kappingin er hørð.

Lógargrundarlag:
Løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., seinast broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 9. desember 2024.

Fíggjarligar avleiðingar:
Tann her umrødda, stigvísa broyting av setanarbrøkinum, tá ið starvsfólk røkka pensjónsaldri, skerjir ikki keypiorkuna hjá viðkomandi starvsfólkum.

Starvsfólk, sum enda sína starvssetan eftir hesum leisti, fáa almannapensjón eins og onnur umframt privata eftirløn, og verða við hesi skipan stuðlað til at venja seg við lívið og frítíðina sum pensjónistur.

Fyri Klaksvíkar kommunu sum arbeiðspláss merkir hetta, at starvsfólkatilfeingið verður gagnnýtt betur, sum eigur at síggjast aftur á rakstrinum. Í nøkrum førum kann hetta hava við sær, at starvsfólk kunnu flyta ímillum deildir, soleiðis at tað ikki altíð er neyðugt at seta nýggj starvsfólk. Hetta er sjálvsagt ein meting í hvørjum einstøkum føri.

Tilmæli:
Vísandi til samtyktirnar í Fíggjarnevndini 18. mars og 24. juni 2025, verður málið við hesum lagt fyri Fíggjarnevndina og býráðið til støðutakan, um tær omanfyri lýstu mannagongdir og tilgongdir fram ímóti fráferð fyri aldur skulu setast í gildi.

Fíggjarnevndin 23. september 2025:
Nevndin tekur undir við tilmælinum, dagf. 17-09-2025.

Signhild V. Johannesen fór av fundinum kl. 21.45 og luttók tí ikki í endaligu atkvøðugreiðsluni av málinum.

Klaksvíkar Býráð 25. september 2025:
Atkvøtt varð um soljóðandi broytingaruppskot frá ST: “Mælt verður til at beina málið aftur í umsitingina at tillaga og leggja fyri aftur”; tað var einmælt samtykt.”

Rúna Sivertsen