Hósdagin 26. mars kappaðust Alda Due Jacobsen og Diana Bárðadóttir Jacobsen úr 3.b úr Glyvra skúla í Pangea-støddfrøðikappingini, sum hesaferð varð hildin í Skúlanum á Fløtum.
Pangea er ein støddfrøðikapping, sum byrjaði í Týsklandi. Í Føroyum hevur hon verið hildin síðan 2018. Tað eru næmingar úr 3.–9. flokki sum kunnu luttaka.
Øll í 3.b vóru við í fyrstu kappingini og Alda og Diana komu víðari til undankappingina, sum varð hildin í Eysturskúlanum í Havn..
Bert fimm næmingar úr hvørjum árgangi sleppa víðari í finaluna. Tí var tað sera stuttligt fyri Glyvra skúla, at tey áttu tveir næmingar í finaluni.
Í finaluni gjørdist Diana vinnari, og tað eru tey úr Glyvra skúla sera errin av.
Flokkurin var við til prógvhandanina og stuðlaði sínum floksfeløgum.


