Dátueftirlitið
Eftir at hava viðgjørt eina kæru frá einum borgara hevur Dátueftirlitið tann 19. september tikið avgerð um, at geva Barnaverndartænastuni í VEKS samstarvinum eina álvarsliga átalu.
Borgarin kærdi um, at Barnaverndartænastan (BVT) av órøttum hevði latið fyrrverandi makanum hjá viðkomandi trúnaðarupplýsingar hóast at BVT hevði kunnað kæraran um, at upplýsingar ið viðkomandi lat barnaverndartænastuni vóru í trúnaði.
Tann 2. mai 2025 móttók Dátueftirlitið kæru frá A og B (pápi A). Upplýst varð í klaguni, at fyrrverandi maki hjá A hevði fingið innlit í málið hjá BVT. Upplýst varð, at fyrrverandi makin hevði fingið innlit í øll viðurskifti, samrøður, heilsustøðu, skriv frá lækna v.m., sum tey høvdu um A, harumframt hevði hann (C) eisini fingið innlit í samrøður við foreldrini hjá A. A og B mettu ikki, at BVT kundi lata slíkar upplýsingar til C uttan samtykki frá teimum.
Víst var eisini á, at tá samrøðurnar við BVT byrjaðu varð A kunnað um, at tað var umráðandi at vera opin um alt, tí BVT hevði tagnarskyldu, og tí fekk eingin annar at vita hvat A hevði sagt.
Dátueftirlitið tók málið til viðgerðar sum eina kæru, og setti seg í samband við BVT.
BVT hevur greitt Dátueftirlitinum frá, at C hevði biðið um partsinnlit sbrt. § 9 í fyrisitingarlógini, og av tí at A og C høvdu felagsforeldramyndugleika yvir børnunum, so var C at rokna sum partur í øllum málum, ið snúgva seg um vælveruna hjá børnunum og hevði tí rætt til partsinnlit. Greitt varð eisini frá, at við heimild í § 15 í fyrisitingarlógini hevði man strikað ávísar upplýsingar út í tilfarinum, ið C fekk innlit í tí, at mett var at talan var um upplýsingar, ið einans snúðu seg um C, og onki høvdu við ítøkiliga málið ella umsorganina fyri børnunum. BVT sendi eisini Dátueftirlitinum ítøkiliga tilfarið, ið innlit var latið í.
Dátueftirlitið hevur víst á, at man var samdur í, at C hevði rætt til partsinnlit sbrt. § 9 í fyristingarlógini, men at hetta innlitið kann avmarkast sbrt. § 15 í fyrisitingarlógini og sbrt. meginreglunum í kap. 2 í dátuverndarlógini.
Undir viðgerðini av málinum hevur Dátueftirlitið biðið um ymisk skjøl og mannagongdir. Millum annað bað Dátueftirlitið um eina lýsing av málinum, skrivligu mannagongdirnar fyri handfaring av innlitisumbønum og metingina av hvørjar upplýsingar innlit skuldi gevast í.
Tað er greitt, at metingin er ikki til skjals, men tað sæst somuleiðis í tilfarinum, at ein meting ergjørd. Dátueftirlitið vísti í hesum sambandi á, at hendan metingin eigur at vera til skjals so BVT kann skjalprógva at metingin er gjørd og hvussu hon er gjørd, og fyri at Dátueftirlitið kann eftirkannað um metingin er røtt.
Dátueftirlitið vísti eisini á, at Dátueftirlitið hevði havt eftirlit við BVT fyri tveimum árum síðani, og at BVT tá greiddi frá, at tey høvdu neyðugu mannagongdirnar og vóru í nýtslu í sambandi við málsviðgerð, men í sambandi við hesa klaguviðgerina sæðst, at tað hevur helst ikki verið rætt.
Tað er ikki greitt um BVT hevur sett mannagongdirnar í verk, og hetta síðani er dottið niður fyri aftur, ella Dátueftirlitið beinleiðis hevur fingið skeivar upplýsingar tá eftirlitið varð framt. Óansæð, so er tað álvarsamt, at Dátueftirlitið hevur spurt eftir mannagongdunum og fingið at vita, at tær vóru til, men at tær so eftir øllum at døma ikki eru til ella í hvussu so er ikki verða nýttar í dag.
Samanumtikið kom Dátueftirlitið til ta niðurstøðu, at BVT ikki hevði skjalfest sína meting av hvørjar upplýsingar C átti at fáa innlit í, og at tað tí ikki ber til hjá Dátueftirlitinum at eftirkanna um BVT hevur hildið sínar skyldur, og at mannagongdir o.a. ið BVT í 2023 segði seg hava sett í verk, ikki vóru til/í nýtslu í dag.
Dátueftirlitið metti hetta vera so mikið álvarsamt, at eftirlitið tók avgerð um at geva Barnaverndartænastuni í VEKS eina álvarsliga átalu.
